Hans Sundstein føddur Joensen til minnis

Lag: Eg spyrji ei um tú ert ein...

2. oktober 1979.

1. Hans Sundstein er ein maður, sum
alt lív sítt hevur sæð,
so vítt um lond, um høv og sýn;
hans lív jú prógvar tað!
Sum ungur lærdi siglifrøði
og so annað mangt,
so at hann kundi føra skip,
og sigla langt so langt.

2. Við stóru, gomlu seglskipum
hann sigldi um øll høv,
og fjara Kapp Horm krússaði,
har aðrir funnu grøv.
Men heim hann vendi hvørja ferð,
og fann sær eina sín,
við Pisuvarða, tí har var
jú útsiktin so fín.

3. úr Sundi var jú ættin hans,
og hin, hon var við Stein,
so skilja kunnu vit nú væl,
hann eitur Hans Sundstein.
Men enn ein grund er, at so er,
tí leiðin inn á Sund,
er tætt við steinin tann, sum hann
sær fekk til húsargrund.

4. Har uppi hevur Hans nógv ár,
nú sjónarringin sæð.
Hans egni sjónarringur er
jú víður enn í dag.
Men sýnið sum hann hevur havt,
har við sín egna sess,
tað langt frá er tað, sum tað var.
Nú sæst bert SMS.

2. Oktobur 1989.

5. Og dagar líða, og tíðin ferð,
og út á lágargarð,
ferð Hans at búgva, og hann nú,
havsbrúnna aftur sær.
Ein onnur havsbrúgv er í nánd,
og nærkast hon hvønn dag,
har eingin skuggi eftir er,
bert ljós og gleðilag.

6. Men til tú flytur hagar heim,
vit alt gott ynskja tær,
má Harrin styrkja, signa teg,
og varða teg hjá sær.
Tillukku ynskja vit til síðst,
nú níti ár tú ert,
ein aldur sum tey fáu ná,
ja, nakrar kempur bert.

3. maj 1992.

7. Nú sólin undir havsbrúgv fór,
ei lýsir okkum meir.
Tey farin undan okkum eru,
gerast fleir og fleir.
og vit sum eftir eru enn,
vit flyta heim ein dag,
og hitta váru kæru aftur,
í tí ljósa stað.

8. Men inn til tá, vit minnast tey,
í settu okkum kós,
og fylgja teirra kjalarvørr,
sum leiðir til Guds Ljós.
Vit æra vilja minni teirra,
takka fyri tað,
tey lærdi okkum, og vit lova,
aldri gloyma tað.

 

Tilbage til siden om 100 års familiefesten