Vælkomin til hesa heimasiðju, sum vil
fortelja teg um familiuna Sundstein í Føroyum.
Tú ert vitjandi nr. . síðan tann 30. juli 2006! by counter.topster.de
|
Hans Jacob Matras Joensen varð føddur tann 2. oktobur 1899 í Tórshavn. |
![]() |
Tá ið hann var umleið 15 ára gamalur, fór hann út at sigla, og seinri var hann við einum av teimum seglskipunum sum sigldu vandaferð jørðina runt, og rundaðu suðurendan av Suðuramerika "Kap Horn".
Heimafturkomin tók hann fullfíggjaða navigatørútbúgving. Síðan gjørdist hann lærari á Føroya sjómannsskúla, har hann í byrjanini virkaði partvíst sum lærari, og partvíst sum sjómaður, men frá 1939 var hann fastur lærari á sjómannsskúlanum framm til 1969 har hann gekk av.
![]() |
Í 1932 bygdi Hann sær hús í Tórshavn við Tinghúsvegin. Har búðu hann og Johanna Malena øll teirra felags liviár, og Hans sjálvur búði har til 1988. |
|
Tann 21. novembur í 1931 giftist Hans Jacob Matras Joensen við Johanna Malena Jensen. |
![]() |
Tey vuksu upp í einum heimi, har grundarlagið fyri alla uppaling var friður og ordan, við støði í trúnni á Jesus Kristus. Tey komu í brøðrasamkomuni í Tórshavn, hvar samkomuhúsið eitur Ebenezer.
![]() |
Sum virksemi við síðan av sítt arbeiði sum lærari á Føroya Sjómannsskúla, virkaði Hans Jacob Matras Sundstein við at rætta kumpas til mong av landsins skip, og eftirsín av teirra lanternum. |
Johanna Malena, sum til dagligt bert varð rópt Hanna, virkaði í heiminum, og syrgdi fyri øllum har.
Heilt frá byrjanini, hvar man kikaði við koli og koksi, fór hon tíðliga upp um morgunin fyri at kika upp, so har var hampiliga heitt tá ið restin av familiuni komu upp.
Hon syrgdi fyri heiminum, at har var reint og nossligt, og at børnini kláraðu seg í samfelagnum.
Hanna var ein lítil vims dama, sum var skjót at útinna alt tað hon skuldi gera. Hon hevði ofta sínar døtur at hjálpa sær, men av tí, at tær vóru fimm í tali, rótaði hon ofta rundt í nøvnunum.
Sum børnini vuksu upp, og giftust, og ommu og abbabørn komu í familiuni, gjørdist Hanna og Hans ein verðunlig fantastiskur stuðul fyri tey øll, og vit vóru altíð vælkomin í heim teirra, og har var altíð pláss til øll!
Um tú vilt lesa víðari um familjuna, kannst tú klikka teg inn á eitt av omanfyri standandi links. Har kannst tú lesa meira, og síggja myndir av teimum einkultu familjunum.
Johanna Malena kom ógvuliga syrgiliga av døgum. Í einum ferðsluóhappi fekk hon kraniebrot sum hon ikki yvirlivdi, men doyði tann 18. mars 1974 einans 64 ára gomul á landssjúkrahúsinum í Tórshavn.
Hans Jacob Matras Sundstein livdi mong ár afturat, tey flestu av teimum í húsinum á Tinghúsvegi, men tá aldurin fór at tyngja, kom hann á røgtarheimið Lágargarð, har hann livdi síni síðstu ár, og doyði 92 ára gamal tann 3. mai 1992.
Familjan avgjørdi at halda Hans Jacob Matras Sundstein's 100 ára føðingardag, fyri at minnast hann tann 2. oktobur 1999.
Klikka her, fyri at lesa meira um hesa familiuveitslu!
Henda heimasíða er vorðin gjørd av Dánjal Sundstein og Hans Paula Sundstein, sum tú kannst senda ein kommentar til við at útfylla niðurstandandi formular.